samleikin-logo

Talgildar undirskriftir við Samleikanum – frá KT Húsinum

Við Addo Sign og Samleikanum minka tit um fyrisitingina, skjótari arbeiðsgongdir og eina einfalda uppliving hjá starvsfólkum, kundum og øðrum samstarvfeløgum.

✓ Undirskriva við Samleikanum
✓ Send skjøl talgilt upp á stutta tíð
✓ Løgfrøðiliga galdandi elektroniskar undirskriftir
✓ Riggar í øllum Norðurlond
✓ Lokal ráðgeving og support frá KT Húsinum

Vilt tú vita meira?

women-at-office-desk-1200x1200-01

Hvat fáa tit við Addo Sign

 

Live Photos
Minni fyrisiting

Automatisera undirskriftsmannagongdir og minka um manuellar arbeiðsuppgávur.

Time-Clock-Three
Undirskriva skjøl skjótari

Slepp undan bíðitíð og fá avtalur uppá pláss innan fáar minuttir.

Add Folder 1
Fá verkætlanir skjótari í gongd

Tá skjøl eru undirskrivað, kann arbeiðið byrja uttan óneyðugar seinkingar.

Hair Dress Chair
Samstarva tvørtur um Norðurlond

Riggar við Samleikanum, MitID, BankID og øðrum norðurlendskum eID-loysnum.

Mobile-Phone
Bjóða brúkarunum eina betri uppliving

Ein einføld og talgild loysn hjá kundum, starvsfólkum og samstarvspartarum.

Online-meeting
Lokal ráðgeving og support

KT Húsið hjálpir við ráðgeving, onboarding og support.

Undirskriva við Samleikanum. Send til øll Norðurlond.

Send skjøl til talgilda undirskrift upp á fáar minuttir. Brúka Samleikan, MitID og aðrar talgildar samleikar, so móttakarin altíð kann undirskriva við sínum egna samleika – óansæð hvar í norðurlondum viðkomandi er.

moc-banki-1

Soleiðis brúka onnur talgildar undirskriftir

 

Flow-builder-fo

Soleiðis riggar Addo Sign

Send skjøl til talgilda undirskrift upp á fáar minuttir. Brúk Samleikan, MitID og aðrar talgildar samleikar, so móttakarin altíð kann undirskriva við sínum egna samleika – óansæð hvar í Norðurlondum viðkomandi er.

Upload
Legg skjøl inn

Legg eitt ella fleiri skjøl inn til undirskrift. Tú kanst eisini viðhefta fylgiskjøl.

Online-meeting
Legg móttakarar afturat

Vel hvør skal undirskriva og hvussu viðkomandi skal fáa boð – t.d. við telduposti ella sms.

Mobile-Phone
Undirskriva við Samleikanum

Móttak skjalið og undirskriva talgilt við Samleikanum, MitID ella øðrum norðurlendskum eID-loysnum.

Common-File-Text-Check
Skjal undirskrivað og skjalfest

Tað undirskrivaða skjalið verður goymt trygt og er klárt til skjalasavn og víðari viðgerð.

Savna upplýsingar og undirskriftir í einum.

Við Addo Form kanst tú lættliga gera talgildar frymlar til at savna upplýsingar og samtykki. Tá frymilin er útfyltur, kann hann sjálvvirkandi sendast víðari til talgilda undirskrift við Samleikanum, MitID og øðrum norðurlendskum eID-loysnum.

Tað merkir færri handfaringar, minni fyrisiting og eina betri uppliving hjá bæði starvsfólkum og kundum.

product-form-on-phone-and-document-1200x1200-04
addo-sign-kt-husid

Hvør er KT Húsið?

KT Húsið er ein av fremstu KT-veitarunum í Føroyum og hevur í nógv ár hjálpt fyritøkum, stovnum og almennum myndugleikum við at í verkseta talgildar loysnir, sum gera gerandisdagin lættari og arbeiðsgongdirnar smidligari.

Sum lokalur samstarvspartur hjá Addo Sign í Føroyum hjálpir KT Húsið við ráðgeving, innleiðing, uppseting og support. Tað merkir, at tú fært atgongd til eina sterka norðurlendska loysn samstundis sum tú hevur ein sterkan lokal samstarvspart, ið kennir føroysku viðurskiftini.

Við KT Húsinum fært tú ein álítandi samstarvspart, sum er nær, tá tørvur er á ráðgeving, hjálp ella support.

Grønlandsvegur 5
FO-100 Tórshavn
+298 20 55 55
info@kthusid.fo

torshavn-skansin-1-1

Spurningar & svar

Addo Sign er ein talgild undirskriftsloysn, sum ger tað møguligt at undirskriva sáttmálar, avtalur og onnur skjøl elektroniskt.

Loysnin verður brúkt av fyritøkum, felagsskapum og almennum stovnum í øllum Norðurlondum og ger tað møguligt at handfara undirskriftir á ein tryggan, skjótan og talgildan hátt. Við Addo Sign kunnu skjøl sendast til undirskrivingar upp á fáar minuttir, og øll gongdin verður sjálvvirkandi skjalfest.

Kanna hvussu Addo Sign kann gera arbeiðsdagin einfaldari. Set teg í samband við KT Húsið teir bjóða eina framløgu, ráðgeving og verksetan.

mittun

Karl Mittún
Sales Manager
+298 55 55 59
KT Húsið